Tveir bilførarar koyrdu ov skjótt í gjár

Tann eini fekk eitt klipp fyri at koyra 105 km/t, meðan hin misti koyrikortið á staðnum fyri at koyra 133 km/t

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-18 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra av skjótt Millum Fjarða í Eysturoynni.

Teir koyrdu ávikavíst 133 og 105 km/t, sigur løgreglan.

Tann, sum koyrdi 133 km/t misti koyrikortið á staðnum, av tí at hann koyrdi nógv skjótari enn loyvt var. Hin førarin fær eitt klipp í koyrikortið.

Annars hevur seinasta samdøgrið verið stak friðarligt, upplýsir løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder