Innanlands

Tveir bilførarar mugu taka koyrikortið umaftur

Sjey mál vóru skrivaði tá løgreglan gjørdi ferðslukanningar á Skipanesi í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-15 10:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vóru sjey fólk sum høvdu heldur nógvan skund, tá løgreglan í gjár gjørdi ferðslukanningar á Skipanesi, har tað einans er loyvt at koyra 50 km/t.

Talan var um fimm klipp og tvær treytaðar frádømingar av koyrikortinum. Tað merkir, at í tveimum førum skulu bilførarar taka koyrikortið umaftur innan tríggjar mánaðir.

Í eina førinum var tað ein lastbilaførari, sum koyrdi heldur skjótt. Tað skal minni til hjá størri akførum áðrenn hamarin fellur. Vakthavandi greiðir frá, at tummilfingrareglan fyri persónbilar er, at koyrir ein yvir 20 km/t er tað klipp, men at fyri akfør yvir 3500 kilo, er tað 15 km/t.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt, verður upplýst. Tó var ein ungur drongur tikin fyri at koyra fullur á skutara. Hetta fær hann eina bót fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder