Innanlands

Tveir bilførarar skuldsettir í gjár

Ein koyrdi ov skjótt, og ein gloymdi hondbremsuna, tá hann setti bilin frá sær

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-28 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur verið rættiliga friðarligt, men kortini vórðu tveir bilførarar skuldsettir fyri brot á ferðslulógina í gjár.

Tíðliga seinnapartin gjørdi løgreglan ferðmátingar í Kaldbaksbotni, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt.

Mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, men hesin bilførarin koyrdi 95 kilometrar um tíman, so tað fær hann eina bót fyri.

Ein annar bilførari fekk bót í sambandi við eitt lítið ferðsluóhapp í høvuðsstaðnum. Hann gloymdi hondbremsuna, tá hann parkeraði bilin, og úrslitið var, at bilurin rullaði í ein annan bil.

Skaðin var ikki stórur, men førarin er skuldsettur fyri ikki at tryggja bilin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder