Innanlands

Tveir bilførarar tiknir í nátt

Í sambandi við eitt ferðsluátak í Streymoynni, varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning, og ein varð tikin fyri at koyra uttan koyrikort

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-16 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevði løgreglan eitt málrættað ferðsluátak móti rúsdrekkakoyring í Streymoynni, og í hesum sambandi vórðu tvey mál skrivað, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning, og tað verður hann so skuldsettur fyri.

Ein annar bilførari var hinvegin tikin fyri at koyra uttan koyrikort. Talan var um ein bilførara, sum ikki hevði koyrikort, og sum sostatt ikki hevði loyvi at koyra bil, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder