Uttanlands

Tveir bretskir ráðharrar lagt frá sær

Í gjár vórðu fleiri útskiftingar í bretsku stjórnarráðunum, eftir at Sajid Javid og Rishi Sunak løgdu frá sær sum ráðharrar í ávikavíst heilsumálum og fíggjarmálum

Boris Johnson, forsætisráðharri hevur verið fyri nógvum atfinningum seinastu tíðina (Savnsmynd)

Boris Johnson, forsætisráðharri hevur verið fyri nógvum atfinningum seinastu tíðina (Savnsmynd)

2022-07-06 08:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaðu bretski heilsumálaráðharrin, Sajid Javid og fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak frá, at teir løgdu frá sær.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson hevur m.a. verið fyri nógvum atfinningum fyri handfaringina av einum máli, sum snúði seg um kynsligan ágang hjá einum tjóðartingslimi í konservativa flokkinum, og í kjalarvørrinum á sonevndu partygate-gøluni, sum snúði seg um veistlur, sum Johnson hevur luttikið í, meðan Stórabretland annars varð latið aftur vegna koronu.

Tað er orsøkin til, at teir báðir ráðharrarnir hava lagt frá sær. Sajid Javid sigur, sambært Ritzau, at hann ikki longur kann halda fram í stjórnini við góðari samvitsku.

Í gjár vórðu so tveir nýggir ráðharrar útnevndir.

Nýggi fíggjarmálaráðharrin verður Nadhim Zahawi. Hann hevur annars verið ráðharri í útbúgvingarmálum.

Nýggi útbúgvingarmálaráðharrin verður Michelle Donelan, og nýggi heilsumálaráðharrin verður Steve Barclay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder