Mentan

Tveir dagar í The Big Apple

Atlantic Airways fleyg týsdagin til New York í rutu fyri fyrstu ferð. Vit vóru við á túrinum

Mikudagin á Hudson ánni (Mynd: Sverri Egholm)

Mikudagin á Hudson ánni (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-27 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

New York býur - The Big Apple - hevur víst seg frá sínari bestu síðu, hesar seinastu dagarnar sum føroyska ferðalagið frá fyrsta rututúrinum hjá Atlantic Airways vestur um hav, hevur verið í hjartanum á milliónabýnum.

Hotell á Manhattan, eitt hanagleiv frá Times Square við skíggjum í ølllum ættum, og ikki langt frá kendum støðum sum Rockefeller Center, Ground Zero, Grand Central Station, Empire State Building og grøna býarskáanum Central park.

Við á hesi fyrstu ferðini var umboð frá Portalinum. Farið var úr Vágum hálvgun seks og seinnapartin týsdagin móti midnátt føroyska tíð lendi flogfarið við umleið 70 fólkum. Við á ferðini vóru umframt innbodna ferðalagið eini 30 onnur fólk.

Innbodna ferðalagið fevndi um umboðum fyri Atlantsflog, føroyskar ferðaskrivstovur og føroyskar miðlar.

[object Object]Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways (Mynd: Sverri Egholm)

- Hetta hevur verið ein dreymur leingi, men hetta er ein ruta sum skal byggjast upp, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.

Hon greiddi eisini frá, at tað ikki er vist, at flogið verður til Stewart flogvøllin næsta ár. Tað snýr seg um at fáa fótin inn um, skilst.

Flogið verður aftur næsta ár um sama mundið, men tá koma ferðaseðlarnir til sølu fyrr á árinum. Hildið verður at orsøkin til heldur laku søluna vestur um hav, skal finnast í, at um sama mundi, at nýggja ferðamálið varð sett til sølu, hevði Atlantsflog millum annað selt fleiri enn tíggju full flogfør til EM-endaspælið í Berlin í januar 2024.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Í góðari tíð
Tá flogið verður til New York skal møtast í góðari tíð. Hálvan triðja tíma undan fráferð møtti ferðalagið, og tað var ikki hissini av ymsum, man skuldi ígjøgnum. Tjekkað varð inn við skrankin, og tí at Vága Floghavn skal góðkennast sum floghavn fyri nýggja ferðamálið, vóru fólk frá alskyns ferðamyndugleikum, sum fylgdu við, hvussu væl serligu uppgávurnar vórðu loystar.

Ferðavisum, sonevnd ESTA-góðkenning, skal ein hava avgreitt á netinum frammanundan, og hetta skal vísast á flogvøllinum. Eisini er ein rúgva av spurningum, sum skulu svarast. Eitt nú verður spurt, um tú ætlar tær at fremja yvirgang í USA. Hevur tú alt í ordan, sleppur tú lætt í gjøgnum hetta, men svarar tú "skeivt" uppá ein spurning, skalt tú troppa upp við gate 2 ein tíma undan fráferð. Her verður alt hondviðføri endavent og kannað.

Umframt hetta, verður eitt ávíst prosenttal av øllum ferðandi tikið til síðis og hondviðføri verður kannað einaferð afturat.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Kendist lætt og skjótt
Undan ferðini fingu vit at vita, at ferðin vestur um hav fór at taka sjey tímar og tjúgu minuttir. Tað er ofta nóg trongligt at seta í einum Airbus A320-flogfari teir tveir tímarnar, tað tekur at flúgva til Keypmannahavnar, og tí var øtast við um hasar góðu sjey tímarnar.

Komin umborð á flogfarið greiðir flogskiparin frá, at túrurin fór at taka seks tímar og 20 minuttir. Tað er alt eftir veður og vindi, og í hesum førinum vóru vit heppin.

Lagið var gott umborð og fólk tóktust spent um hesa nýggju farleiðina. Seks tímar er hóast alt leingi í einum flogfari, har tú helst ikki skal reisa seg uttan tað snýr seg um neyðsynjarørindi.

Á túrinum bjóðaði Atlantsflog brúsandi vín og sjokulátu frá Gómagott. Og við ymiskum etandi á túrinum, og ikki minst góða huglagnum umborð, kendist alt at ganga skjótt fyri seg.

Stewart International Airport skipaði fyri lítlari móttøku við komu í sambandi við fyrsta túrin, og ein snórur varð kliptur.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Á myndini síggjast Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, og Bjarni Kárason Petersen, løgmálaráðharri, saman við umboðum frá flogvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

90 minuttir til Times Square
Tað góða við at flúgva til New York - í mun til heim aftur - er, at her vinnur tú nakrar tímar. Fimm tímar.

Hóast klokkan var næstan midnátt í Føroyum tá ferðalagið lendi á Stewart, var hon bara 19 lokala tíð. Tað kendist seint, men náttin var framvegis ung tá ferðalagið kom á Times Square hálvfems minuttir seinni.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Bussur koyrir í sambandi við komur og fráferðir hjá Atlantsflogi.

Mitt í verðini
Hvar enn túrvendir tær eru fólk. 8,8 milliíónir búgva í tætt bygda býnum við nógvu skýskavarunum.

Býurin er stórur og nógv er at síggja. 45 minuttir til gongu frá hotellinum var Chelsea Piers, og við báti herfrá var ferðalagið við báti á Hudson ánni mikudagin. Í allar fagrasta veðri sigldi snotiliga farið Manhattan eftir ánni.

[object Object]

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Siglt var eitt nú út til Frælsisgudinnuna, Ellis Island, Brooklyn Bridge, men eisini framvið øllum skýskavaranum, og millum annað 541 metrar høga One World Trade Center, sum bleiv bygdur eftir at World Trade Center tornini rapaðu í 2001.

Eftir framúr siglitúrin varð farið upp í 427 metrar høga One Vanderbilt, sum stóð liðugt í 2020. 93 hæddir og fjórðhægsta háhús í New York. Tað serstaka við hesum bygningin eru øll speglini á gólvi, lofti og veggum og framúr útsýni yvir Manhattan.

Á ovastu hædd var barr, har tað bar til at keypa sær okkurt svalandi í nógva hitanum.

[object Object]Útsýnið frá One Vanderbilt (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Nakrar fáar metrar frá One Vanderbilt, er heimsins størsta tokstøð, Grand Central Station, sum læt upp í 1913 (Mynd: Sverri Egholm)

Bumbaði aftur í tíð
Eitt sum ikki slepst undan at nevna, er fartelefonsambandið á túrinum. Vanliga er hetta ikki ein trupulleiki tá føroyingar eru uttanlands, og televeitararnir breggja sær av at kundarnir kunnu sleppa á netið um nærum allan heimin.

Tað var ikki støðan í hesum førinum. Tey sum høvdu Føroya Tele sluppu ikki á netið fyrr enn túrurin at kalla var liðugur, meðan tey, sum høvdu Nema reikaðu sum teimum lystu allan túrin.

[object Object]Brooklyn Bridge (Mynd: Sverri Egholm)

Ikki nóg gott av Føroya Tele, tí fólk hava vant seg við at Google Maps og aðrar nettænastur á telefonini rigga á ferðini. Slíkt skal bara rigga.

Drúgv heimferð
Atlantsflog flýgur einaferð um vikuna til og úr New York, og tí mátti føroyska ferðalagið á hesum sinni heim umvegis Ísland. Heimferðin byrjaði seinnapartin lokala tíð hósdag, og fríggjadagin um middagsleitið varð lent í Vágum.

Flogfelagið Play flýgur eisini til Stewart, og fleyg hálva sætta tíma langa túrin til Keflavíkar, og síðani varð tað aftur Atlantsflog, sum átti tørn úr Keflavík til Vágar fyrrapartin.

Vónandi var hetta ikki seinasta ferðin í New York.

Atlantic Airways flýgur til New York fýra ferðir afturat, einaferð um vikuna til og við 19. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder