Innanlands

Tveir føroyingar stovnað fyrsta B2B miðilin um donsku vín-vinnuna

Óli á Deild Olsen og Edmund Jacobsen hava stovnað dailywine.dk, sum er miðil til donsku vínvinnuna

2021-03-17 21:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðani 24. november 2020 hevur tann umfatandi danska vínvinnan havt sín egna miðil. Hesin eitur Dailywine.dk, og er stovnaður av tveimum føroyingum - Óli á Deild Olsen og Edmund Jacobsen.

- Danska vínvinnan er ein milliarda-vinna við túsuntals av starvsfólkum. Hugskotið við Dailywine er at skriva til tey, ið arbeiða professionelt við víni - tað vil siga tey, ið innflyta vín, selja vín, heilsølur, vínhandlar og líknandi, sigur Óli á Deild Olsen, ið fleiri kenna sum ein af stovnarum av blaðnum Vinnuvitan miðskeiðis í 00’unum.

Fingið stóra undirtøku frá vín-vinnuni
Dailywine hevur hann stovnað saman við Edmund Jacobsen, sum hevur arbeitt sum journalistur í Danmark í umleið 25 ár. Edmund - sum upprunaliga kemur úr Runavík - er tó uttan iva mest kendur sum røddin í gamla og navnframa rokk-bólkinum Chase.

- Uppskotið um at stovna ein B2B vínmiðil er ikki nýtt, men nú var tíðin tænn rætta til at byrja. Undirtøkan frá donsku vín-vinnuni hevur verið størri enn nakar av okkum báðum høvdu rokna við, og vit arbeiða nú miðvíst við at fáa lýsingarsøluna innkoyrda - og annars menna miðulin støðugt, sigur Edmund Jacobsen, sum í fleiri ár arbeiddið freelance fyri Vinnuvitan.

Dailywine er ein 100 prosent online-miðil, ið kann lesast á www.dailywine.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder