Innanlands

Tveir kommunulæknar afturat í Hoyvík

Guðrun Mortensen og Amalia Danielsen byrja í Læknahúsinum í dag. Kringvarpið skrivar í morgun, at allir føroyingar nú hava kommunulækna

2019-10-16 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, týsdagin 15. oktober, lata tveir kommunulæknar afturat upp í Læknahúsinum í Hoyvík. Talan er um Guðrun Mortensen, ið flytur úr Miðlon, og Amaliu Danielsen, sum flytur úr Berjabrekku. Hetta skrivar Heilsutrygd á heimasíðu sínari, har meira kunning um bílegging av tíð er at síggja

Birni Hansen fer eisini at flyta niðan til Hoyvíkar í næstum, og tá verða fimm kommunulæknar í nýggja Læknahúsinum í Hoyvík.

Kringvarpið skrivar, at nú hoyra allir føroyingar nú hoyra til eina kommunulæknaviðtalu. Sambært Heilsutrygd eru 28 útav teimum 34 viðtalunum í Føroyum nú mannaðar við føstu kommunulækna. Hetta er tað mesta nakrantíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder