Innanlands

Tveir kommunulæknar fluttir inn í Hoyvík

Læknaviðtalurnar hjá Bjarna Wardum og Turið Holm Johannessen eru nú fluttar inn í nýggj høli á Kirkjustræti í Hoyvík, og næstu vikurnar flyta tríggir læknar inn afturat

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-10-05 15:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir kommunulæknar eru nú fluttir inn í nýggj høli í Læknahúsinum í Hoyvík á Kirkjustræti 2.

Talan er um Bjarna Wardum og Turið Holm Johannessen, sum nú bæði hava latið upp sínar viðtalur í Hoyvík.

Tórshavnar kommuna skrivar, at tríggir aðrir kommunulæknar í høvuðsstaðnum eisini fara at flyta inn í nýggja Læknahúsið í Hoyvík komandi vikurnar. Teir eru Amalia Danielsen, Birna Hansen og Guðrun Mortensen.

Meira fæst at vita her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder