2024-04-07 11:44
Nógv fólk var í býnum í nátt, sigur løgreglan í morgun, sum tó ikki hevur havt so nógv at gera í sambandi við tað.
Tað var nevniliga friðarligt, men tað vóru tveir, sum vóru farnir upp at toppast í býarlívinum í Havn. Løgreglan skilti partarnar og hesir fáa eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Løgreglan hevur eisini ein mann liggjandi á støðini nú í morgun. Fólk, sum vóru farin at ganga morguntúr við hundinum, vóru komin fram á ein mann, sum lá og trongdi til hjálp.
Maðurin var fingin upp í bilin hjá løgregluni og koyrdur á støðina. Sum skilst var hann so mikið fullur, at hann ikki visti, hvar hann búði. Hetta er nú funnið fram til, og tá viðkomandi raknar við aftur, verður hann fingin til hús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald