2021-01-04 14:42

Tveir nýggir tilburðir av koronasmittu vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Í báðum førum er talan um fólk, sum eru komin til Føroya. Í løtuni eru sostatt 56 smittaðir persónar í Føroyum.
Tvey fólk eru í løtuni innløgd á sjúkrahúsi í sambandi við smittuna.
729 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og harvið er talið av kannaðum nú komið upp á 201.495.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald