Innanlands

Tveir koronatilburðir í gjár

Í løtuni eru 25 persónar smittaðir

2021-05-25 11:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Báðir persónar eru partur av kendari smittuketu, verður upplýst. 

3.687 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Enn er 53 av hesum kanningum ikki liðugt greinaðar. 

Tilsamans eru nú gjørdar 267.795 kanningar í Føroyum.

Í løtuni eru 25 persónar smittaðir. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder