2024-05-26 14:59
Leygardagin tók løgreglan tveir bilførarar fyri rúsdrekkakoyring.
Tann fyrri bleiv tikin omanfyri Vestmanna beint fyri klokkan 10 um morgunin, meðan tann seinni varð tikin í Havn um hálvgum átta-tíðina um kvøldið.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at báðir vórðu handtiknir og koyrdir á sjúkrahúsið til blóðroynd, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald