Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri rúsdrekkakoyring í høvuðsstaðnum.
Ein varð tikin fyrrapartin í gjár, og ein varð tikin í morgun.
Blóðroynd varð tikin, og málini koyra sína gongd, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at hóast fleiri stór tiltøk hava verið hetta vikuskiftið, hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni.
Ovastevna hevur verið í Nólsoy, og Ljósfest hevur verið í Vági, men løgreglan hevur ongar fráboðanir fingið harfrá.
Har hevur verið onkur sjúkraflutningur, og løgreglan hevur koyrt onkur fólk til hús, sum høvdu fingið ov nógv niðurum, men annars hevur verið friðarligt, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald