2024-01-06 10:37
Í nátt eru tveir bilførarar skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir.
Tann fyrri varð steðgaður í Norðurøkinum um klokkan hálvgum tvey. Illgruni var um, at hann varð ávirkaður av rúsevnum. Eina løtu aftaná varð ein annar tikin í miðstaðarøkinum - hesa ferð fyri rúsdrekkakoyring.
Teir vórðu handtiknir, blóðroyndir vórðu tiknar, og síðani vórðu teir leyslatnir aftur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at náttin annars hevur verið rættiliga friðarlig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald