2025-02-23 09:47

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Ein bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar. Ferðin hjá honum varð máld til 90 kilometrar um tíman, og tað gevur eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
Hin bilførarin fekk eisini eina treytaða frádøming fyri at koyra ov skjótt í óbygdum øki. Mest loyvda ferðin er 80 kilometrar, men ferðin hjá hesum bilføraranum varð máld til 127 kilometrar um tíman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald