Innanlands

Tveir koyrdu rúsevniskoyring í Norðurøkinum

Ein um trý-tíðina seinnapart og ein klokkan trý í nátt. Hetta gerst alsamt meira vanligt

Ein politistur til arbeiðis í Norðuroyartunlinum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Ein politistur til arbeiðis í Norðuroyartunlinum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-07-31 09:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan hevur ikki heilt fá mál av rúsevniskoyring fyri tíðina, og seinasta samdøgrið hava aftur tvey slík verið.

Bæði fóru fram í "Norðurøkinum" - tað er Eysturoyggin og Norðuroyggjar. 

Ein bilførari varð steðgaður umleið klokkan 15 í gjár, týsdagin. Tað vísti seg, at viðkomandi var ávirkaður av rúsevnum.

Sama skilið var umleið tólv tímar seinni. Hetta fáa persónarnir bót og klipp fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder