Floksleiðslan í Fólkaflokkurin fer á fund millum jól og nýggjár, har støðan í flokkinum, og hvat samgonguni viðvíkur, skal viðgerðast. Áðrenn hendan fundin verður millum annað ikki greiða fingin á, hvør skal avloysa Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard sum landstýrisfólk í ávíkavist land
Hetta sigur Christian Andreasen, tingbólkaformaður fyri Fólkaflokkin, við Kringvarpið í dag.
Tað er óvanligt, at tveir landstýrissessir standa tómir í eina tíð, men hetta er ein óvanlig støða, og nú, fýra dagar eftir at hesi søgdu sessirnar frá sær, er jólahátíðin á gáttuni. og tað ganga nakrir dagar til støðan verður viðgjørd.Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður og fólkaflokksmaður, tosar her við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard, ið mánadagin søgdu landstýrissessir sínar frá sær (Mynd: Sverri Egholm)
Christian Andreasen staðfestir, at eingin hevur slitið, ella er í ferð við at slíta samgonguna í løtuni men eisini, at støðan um løgtingssessirnar ikki verður greið fyrrenn stevið í samgonguni er funnið aftur.
Spurningurin er, um flokkarnir megna at finna hetta, men hóast peikifingrar hava verið frammi síðstu dagarnar, so benda úttalilsini hesa vikuna annars á, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin nú fara at gera nógv fyri at finna tað aftur og fyri at halda fram við samstarvinum.
Tað er heldur ikki komið nakað serligt fram um, hvør er um boðið til teir báðar landstýrissessirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald