Innanlands

Tveir mánaðir uttan smittu innanlands

Seinastu tveir mánaðirnir hevur talan bert verið um ferðafólk, sum eru smittaði uttanlands, men nú eru tvær vikur síðani, nakar varð staðfestur smittaður í Føroyum

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2021-03-27 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Millum tær 564 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, varð eingin smitta funnin, og sostatt eru Føroyar framvegis koronafríar, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Hetta merkir eisini, at tvær vikur nú eru farnar, síðan seinasti tilburðurin varð staðfestur í Føroyum, umframt at tveir mánaðir eru farnir síðan koronasmitta varð staðfest innanlands í Føroyum. Seinast var 25. januar.

Tilsamans eru nú 240.418 kanningar gjørdar í Føroyum.

Samlaða talið av smittutilburðum, sum eru staðfestir í Føroyum, er 661. Av teimum eru 660 persónar staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við smittuni í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder