Uttanlands

Tveir mans bjargaðir úr leivdunum í morgun

Eru nú fluttir á sjúkrahús – 198 tímar eftir jarðskjálvtan

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-02-14 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 17 ára gamal maður, kallaður Muhammed og ein annar ókendur maður, eru í dag bjargaðir úr einum rapaðum bygningi í Kahramanmaraş landslutinum í Turkalandi – 198 tímar eftir harða jarðskjálvtan 6. februar.

Tað boðar sjónvarpsstøðin CNN Türk frá. Støðin vísti upptøkur av teimum báðum monnunum, tá teir á børu vórðu bornir til bíðandi sjúkrabilar.

Aðra staðni í Kahramanmaraş royna bjargingarfólk at koma fram til eina ommu, eina mammu og eina dóttir frá somu familju, ið verða hildin at hava yvirlivað vanlukkuna.

Almenna deyðstalið í Turkalandi og Sýria eftir jarðskjálvtan er nú komið upp á 37.000, skrivar Ritzau. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder