Fríggjadagin fall dómur í í einum stórum máli um smugling av umleið 25 kilo av hassji til Føroya. Teir ákærdu fingu ávikavist trý ár og eitt ár og tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.
Málið, sum var viðgjørt av einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í síðstu viku, snúi seg í høvuðsheitum um tvey føri av smugling av hassji til Føroya. Nøgdirnar vóru ávikavist umleið 15 ilo og umleið 10 kilo. Tveir menn blivu fríggjadagin dømdir í málinum.
Maðurin, sum fekk trý ára treytaleysa fongsulsrevsing, var var ákærdur fyri báðar innsmuglingarnar av hassji á íalt umleið 25 kilo. Maðurin var harumframt ákærdur fyri 11 onnur smærri brot á rúsevnislóggávu, m.a. sølu av amfetamini.
Maðurin bleiv dømdur fyri øll brotini. Dómsmansrætturin legði í ásetingini av revsingini m.a. dent á stóru mongdina av hassji, at maðurin hevði ein avgerandi leiklut í smuglingunum, og at hann, meðan hann var avlurtaður av politinum, hevði givið til kennar, at hann var ein týdningarmikil persónur á hassjmarknaðinum í Føroyum.
Hin maðurin, sum var ákærdur fyri smuglingina av umleið 15 kilo, varð dømdur eitt ár og tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin varð dømdur fyri at hava viðvirkað til smugling av 10 kilo av hassji til Føroya.
Dómsmansrætturin dømdi sostatt ikki mannin fyri smugling av samlaðu mongdini og legði í tí sambandi dent á, at maðurin ikki hevði havt hassjið um hendi, og at hesin maðurin spældi ein minni leiklut í málinum.
Báðir teir dømdu tóku umhugsunartíð og hava sostatt 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal kærast.
Hashmálið, sum var viðgjørd í Føroya Rætti í síðstu viku, er sama mál, sum í oktober í fjør varð avbrotið orsaka av ógegni.
Tíðindaskriv frá løgregluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald