2021-10-22 11:55

Ein ungur maður er varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava smuglað og selt eina størri nøgd av rúsevni.
Tað skrivar løgreglan í stuttari fráboðan á Facebook fyrrapartin.
Løgreglan sigur, at tey kanna málið og hava tí ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.
Eisini verður boðað frá, at ein maður í 30’unum seinast í september varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava smuglað meira enn 5 kilo av hashi til Føroya. Rúsevnini vórðu funnin av tollvaldinum tá maðurin kom í land av Norrønu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald