Løgreglan var gjáramorgunin í Leirvík og gjørdi ferðslukanningar á vegastrekki, har tað er loyvt at koyra 30 km/t.
Seks bilførarar vóru skrivaðir, og tveir av teimum mugu upp í nýggjari koyriroynd.
Fýra av bilførarunum koyrdu millum 49 og 51 km/t og fáa bót og klipp í koyrikorti. Tveir bilførarar koyrdu 54 km/t og 55 km/t og fingu bót mistu koyrikortið treytað.
Tað merkir, at teir mugu upp í nýggjari koyriroynd, um teir skulu varðveita koyrikortið.
Tá tað er skeltað við 30 km/t, er tað ein orsøk til tað, og tá er 49 km/t alt ov skjótt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Hesi strekki kunnu vera við skúlar, barnagarðar og onnur støð har børn og annað reikast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald