Uttanlands

Nýggir "einglar" hjá Victoria's Secret skara framúr

Undirklædnafyritøkan, sum hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri væntandi fjølbroytni, hevur nú sett eina tvørkynda model, og eina, ið brúkar stødd 44

Mynd: Victoria's Secret

Mynd: Victoria's Secret

2019-10-12 18:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Modellirnar hjá amerikonsku undirklædnafyritøkuni Victoria's Secret, ið eisini verða nevndar "einglar", eru kendar fyri at vera langar og klænar, og Victoria's Secret hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri at lýsa eina stereotypiska mynd av kvinnum og kvinnukroppinum, har rúm ikki hevur verið fyri fjølbroytni.

Tað gjørdist heldur ikki betri, tá marknaðarleiðarin hjá fyritøkuni segði við mótablaðið Vogue í fjør, at eitt nú tvørkyndar modellir og modellir í størri støddum ikki hoyrdu heima á árligu mótasýningini hjá Victoria's Secret, tí at sýningin er ein dreymamynd.

Men nú verður hetta broytt, tí undirklædnafyritøkan hevur í sambandi við nýggjum átaki sett tvær nýggjar modellir í starv, sum skara framúr millum "einglarnar".

Talan er um amerikonsku Ali Tate Cutler, sum verður fyrsta modellin hjá Victoria's Secret, sum brúkar stødd 44 í klæðum, og donsku May Simón Lifschitz, ið er tvørkynd.

[object Object]
Ali Tate Cutler (Mynd: Getty Images)

Átakið #loveyourself er eitt samstarv millum Victoria's Secret og bretsku undirklædnafyritøkuna Bluebella, og endamálið er at varpa ljós á ymiskar kvinnurkoppar, skrivar DR.

[object Object]May Simón Lifschitz (Mynd: Scanpix)

Victoria's Secret hevur túsundatals handlar kring allan heimin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder