Innanlands

Tveir nýggir stjórnarlimir valdir í Realin

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur valt Súsonnu Poulsen, bankastjóri í Hjelmland í Noregi, og Virgar Dahl, sjókundastjóra á Betri Trygging

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2022-01-20 15:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur valt tveir nýggjar stjórnarlimir í Realin.

Landsstýrismaðurin hevur valt Súsonnu Poulsen, bankastjóri í Hjelmland í Noregi, og Virgar Dahl, sjókundastjóra á Betri Trygging.

Súsanna Poulsen er 55 ár. Hon arbeiðir sum bankastjóri í Noregi og hevur útbúgving innan fígging. Hon hevur áður sitið í nevndini fyri BankNordik.

Virgar Dahl er 63 ár. Hann er útbúgvin skipsførari og sigldi, áðrenn hann fór á Tryggingina í 1989. Virgar hevur áður sitið í nevndini fyri Realin.

Úr stjórnini fara Sigurd Poulsen, fyrrverandi landsbankastjóri, og Gloria Kalsø, fyrrverandi lærari á Glasi.

Fíggjarmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder