Innanlands

Tveir nýggir tilburðir – Tveir persónar staðfestir frískir

Talið á smittaðum í løtuni er framvegis 45 – Eini persónurin fekk staðfest smittuna við kanning eftir komu til Føroya, men enn er ógreitt, hvussu hin persónurin er smittaður

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-02 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu tveir nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tann eini persónurin hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanning eftir komu. Tað er framvegis ikki greitt, hvussu hin persónurin er blivin smittaður, skrivar corona.fo.

Samlaða talið á persónum, sum hava fingið staðfest koronu í Føroyum er nú komið upp á 723. Av teimum eru 677 persónar staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

780 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 279.719 kanningar í Føroyum. 395 persónar eru í sóttarhaldi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder