Innanlands

Tveir nýggir tilburðir í gjár

Báðir tilburðirnir eru frá kendari smittuketu

(Mynd: Òlavur Frederiksen)

(Mynd: Òlavur Frederiksen)

2021-06-21 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni eru 12 persónar staðfestir smittaðir við koronu í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tveir tilburðir vórðu nevniliga staðfestir í gjár.

Báðir tilburðir eru partur av kendari smittuketu.

Støðan er sostatt tann, at 768 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og at 755 persónar eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

Í gjár varð boðað frá, at 32 persónar hava fingið staðfest koronusmittuna umborð á russiska trolaranum AK-0749 Karelia, sum í løtuni liggur við bryggju í Runavík, men teir telja ikki við í Føroysku tølunum. Ein teirra varð innlagdur á Landssjúkrahúsið.

706 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 298.641 kanningar gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder