Innanlands

Tveir persónar fluttir á Landssjúkrahúsið

Frontalt samanstoyt millum tunnlarnar oman fyri Árnafjørð í morgun

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-09-08 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint fyri klokkan sjey í morgun fekk løgreglan boð um at tveir bilar vóru rendir frontalt saman á stutta vegastrekkinum millum báðar tunnlarnar norður um Fjall í Norðoyggjum.

Hóast boðað varð frá, at báðir persónarnir í bilunum vórðu slopnir úr bilunum við egnari hjálp, so varð øll tilbúgvingin send avstað. Talan var um sjúkrabilar frá Klaksvíkar sjúkrahúsi, brandbilar og tilbúgvingarleiðari frá Klaksvíkar kommunu og politibilar. Eisini vórðu størri bilar við krana sendir avstað fyri at fáa bilarnar burtur frá vegabreytini.

- Vit eru í teirri hepnu støðu júst her, at ferðslan gjøgnum tunnlarnar verður regulerað við ferðsluljósum. Og vit kunnu stýra ferðsluljósini hiðani á alarmsentralinum. Vit valdu tí at tendra øll tey reyðu ljósini, so at neyðsendarakførini kundi sleppa framat, greiðir John Marton Olsen, vaktleiðari frá.

Hjálpin kom skjótt fram, og hóast bilførararnir sjálvir vóru komnir út úr bilunum eftir samanstoytin, varð gjørt av at senda teir við tveimum sjúkrabilum á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.

Eisini varð annar av bilunum fluttur á Akstovuna í Havn til tekniskar kanningar, upplýsir vaktleiðarin, sum enn ikki hevði fingið nakað nærri at vita um orsøkina til samanstoytin og heldur ikki hvussu heilsustøðan hjá bilførarunum er.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder