2024-04-13 10:15
Tíðliga í morgun varð boðað frá harðskapi beint við eitt matstað í miðbýnum í Havn, og í hesum sambandi vórðu tveir persónar handtiknir.
– Tað var fráboðað beint áðrenn klokkan fimm. Vit fóru á staðið, órættaði, sum hevði fingið onkrar skaðar, varð koyrdur á sjúkrahúsið, og tveir gerningspersónar vórðu eyðkendir og handtiknir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Lagt verður afturat, at løgreglan enn manglar at gera fleiri avhoyringar og at kanna upptøkur frá vakmyndatóli fyri at fáa lýst málið nærri, og møguliga verður grundlógaravhoyr seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald