Innanlands

Tveir persónar smuglaðu 43 kilo av rúsevnum við Norrønu

Størsta mongdin av rúsevni íslendskir myndugleikar hava lagt hald á

Norrøna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Norrøna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-26 12:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir menn eru ákærdir fyri at smugla stóra nøgd av rúsevni við Norrønu.

Tað skrivar íslendska kringvarpið RUV á heimasíðuni.

Menninir sum eru úr Týsklandi og Rumenia smuglaðu 1. august næstan 38 kilo av amfetamin og fimm kilo av kokaini úr Týsklandi til Íslands.

Rúsevnini vóru fjald í viðførisrúminum í einum bili av slagnum Austin Mini Cooper.

Sambært RUV var talan um sterk rúsevni, og hetta er samstundis størsta mongdin, sum íslendskir myndugleikar hava lagt hald á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder