Herfyri vórðu tveir russar og ein ukraini steðgaðir, tá teir royndu at sleppa inn á eina fabrikk hjá herinum í Gramsh í Albania, og í hesum sambandi vórðu tveir albanskir hermenn særdir, upplýsir verjumálaráðið í landinum.
Fabrikkin varð í kommunistatíðini brúkt til at framleiða skotvápn av slagnum AK 47. Í dag verður hon brúkt til at skilja sundur gomul vápn.
Talan er um tveir russiskar ríkisborgarar, sum eru 24 og 33 ára gamlir, og ein ukrainskan ríkisborgara, sum er 25 ára gamal. Allir vórðu handtiknir á staðnum, og eru teir nú undir illgruna fyri njósning, upplýsir Edi Rama, forsætisráðharri í Albania.
Ein av russisku ríkisborgarunum brúkti nervalammandi spray móti hermonnunum, og vórðu tveir teirra innlagdir á sjúkrahúsi í høvuðsstaðnum Tirina. Báðir høvdu fingið skaða í eyguni, verður upplýst sambært Ritzau.
Málið verður nú kannað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald