Tað bleiv til 20.000 krónur til Berit Abrahamsen, sum býr á einum sambýli í Runavík.
Hon fekk fulla plátu, og Eva Skibenæs ringdi inn fyri borgaran.
- Vit eru ræðuliga spent, og spæla næstan hvørt fríggjakvøld, segði Eva Skibenæs.
Gekkurin var í kvøld 1,5 millión krónur, men møguleiki var fyri at deila upphæddina í trý, soleiðis at 500.000 krónur vóru í hvørjum. Tá hetta varð gjørt, hvurvu leypavinningarnar, sum annars vóru 100.000 krónur frá Ide Møblum og Miklagarði.
Í øllum trimum førum lendi gekkahjóli á 20.000 krónum, men í síðsta snari var hon bara tveir seymir frá bláa leypinum og hálvari millión.
- Tað haldi eg, at hon er ordiliga glað fyri, helt Eva Skibenæs fyri.
Gekkurin næsta fríggjakvøld er 1,6 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald