Uttanlands

Tveir sjómenn handtiknir eftir samanstoyt

Illgruni er um rúsdrekkasigling. Ein danskur sjómaður doyði og ein annar er ikki afturfunnin eftir samanstoytin í Eystrasalti mánanáttina

Prámurin Karin Høj holvdist eftir samanstoytin (Mynd: EPA)

Prámurin Karin Høj holvdist eftir samanstoytin (Mynd: EPA)

2021-12-14 10:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir sjómenn vórðu í gjár fongslaðir í sambandi við kanningina av eini vanlukku, tá eitt danskt og eitt enskt farmaskip rendu saman í Eystrasalti nærhendis Bornholm mánanáttina.

Tað upplýsir svenska bjargingartaænastan, Kustbevakningen, sambært svensku TT-tíðindastovuni.

Talan er um ein bretskan og ein kroatiskan ríkisborgara. Júst hvat teir eru skuldsettir fyri, og hvørjar leiklutir teir høvdu í sambandi við samanstoytin, verður ikki upplýst.

Myndugleikarnir upplýsa heldur ikki, um teir báðir eru skuldsettir fyri sama lógarbrot, skrivar Ritzau. Fyribils umfatar kanningin av málinum trý lógarbrot. Eitt av teimum er rúsdrekkasigling.

Samanstoyturin millum Karin Høj, sum er ein prámur, ið kann sigla sjálvur, og enska Scot Carrier, hendi umleið klokkan hálvgun fýra mánanáttina. Ein danskur sjómaður er deyður, og ein annar er ikki afturfunnin. Froskmenn funnu tann deyða í skrokkinum á Karin Høj, sum holvdist undir samanstoytinum.

Stocline Marine Holdings, sum eigur Scot Carrier, hevur upplýst, at tveir av manningini umborð høvdu alkohol í blóðinum.

Skipini rendu saman í svenskum sjógvi millum Ystad og Bornholm. Enn er ikki greitt hví vanlukkan hendi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder