Innanlands

Tveir koronusjúklingar útskrivaðir síðani í gjár

Talið á innløgdum við koronu er minkað niður í trý, men framvegis eru tveir sjúklingar, sum eru innlagdir av koronu. 155 nýggir tilburðir vóru staðfestir í gjár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-09 16:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Trý fólk eru nú innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum. 

Talið var fimm í gjár, men síðani eru tveir sjúklingar útskrivaðir. Nú eru tvey fólk innlagdir av koronu, og ein persónur er innlagdur av aðrari orsøk, men er positivur við koronu.

155 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í teimum 2432 kanningunum, sum eru gjørdar seinasta samdøgrið. 31 eru staðfest frísk aftur, og tískil er talið av aktivum tilburðum nú 1588.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder