2025-04-06 09:32

Seinasta samdøgrið eru tveir bilførarar skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Fyrri bilførarin varð steðgaður í Norðragøtu klokkan 22.30 í gjárkvøldið, og hann blásti yvir tað loyvda.
Seinni bilførarin varð tikin í sambandi við eitt ferðsluóhapp, har ein bilur hevði koyrt á bilverjuna á Kjalnestanga í Kollafirði stutt fyri klokkan hálvgum sjey í morgun.
Bilførarin var einsamallur í bilinum, og tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at eisini hann var ávirkaður.
Báðir vórðu handtiknir og koyrdir á sjúkrahúsið at taka blóðroynd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald