Innanlands

Tveir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring

Í nátt varð ein bilførari í Klaksvík og ein í Havn tikin fyri at koyra ávirkaður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-24 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka.

Tann fyrri varð tikin í Klaksvík klokkan eitt, og tann seinni varð tikin í Havn klokkan hálvgum fimm.

Blóðroynd varð tikin, og bíðað verður eftir úrslitinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at náttin annars hevur verið óvanliga friðarlig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder