Innanlands

Tveir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring

Umframt at koyra ávirkaður av rúsdrekka, koyrdi annar bilførarin eisini uttan koyrikort

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-18 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan havt fleiri ferðsluátøk kring landið, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka.

Ein bilførari varð tikin í Eysturoynni klokkan 10.30, og ein varð tikin í Sandoynni nakað eftir midnátt.

Umframt at verða skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, varð fyrri bilførarin eisini skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt, tí hann hevði nevniliga einki koyrikort, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder