Innanlands

Tveir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring í gjár

Tann eini var eisini skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-19 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Streymoynni, Vágum, og í norðurøkinum, og í hesum sambandi vóru tvey mál skrivað um rúsdrekkakoyring.

Í eina førinum var talan um ein útlending, sum heldur ikki kundi framvísa galdandi koyrikort, og tí er hann eisini skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Ein bilførari var eisini tikin fyri at nýta fartelefon undir koyring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder