2021-01-26 12:32

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
661 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og nú eru í alt 219.335 kanningar gjørdar.
Ein persónur er vorðin frískur síðan í gjár, og sostatt eru nú átta smittaðir persónar í Føroyum. Tilsamans hava nú 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum.
Ein persónur er í løtuni innlagdur í sambandi við koronusmittu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald