Innanlands

Tveir smittutilburðir í gjár

Tann eini persónurin er partur av kendari smittuketu. Í løtuni ber ikki til at staðfesta, hvussu hin persónurin er blivin smittaður

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-05-22 11:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár, vísa tølini hjá myndugleikunum.

Tann eini persónurin er partur av kendari smittuketu. Í løtuni ber ikki til at staðfesta, hvussu hin persónurin er blivin smittaður.  

726 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar.

Í løtuni eru fýra persónar smittaðir. 25 persónar eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder