Tvey ferðafólk, sum komu við Norrønu til Íslands í gjár, hava fingið staðfest koronavirus. Tað skrivar Morgunblaðið á heimasíðuni.
Íslendska løgreglan upplýsir fyri blaðnum, at annar persónurin longu áðrenn fráferð hevði fingið boð um, at hann var smittaður, og var tí ikki í samband við onnnur ferðafólk ella starvsfólk umborð. Nú verður kannað, um hetta er covid-19, sum framvegis er í blóðinum eftir smittu sum áður er staðfest.
Hitt ferðafólkið fekk staðfest koronavirus eftir kanning umborð á Norrønu í gjár. Ferðafólkið er í sóttarhaldi, men helst er her eisini talan um eldri smittu.
Morgunblaðið skrivar, at 643 ferðafólk komu til Íslands við Norrønu í gjár, og umleið 400 kanningar vóru gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald