
Átta smittutilburðir vórðu staðfestir í vikuskifitnum, í gjár varð eingin, og í dag vísa vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum tveir nýggjar smittutilburðir.
Tann eini persónurin er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Hin persónurin býr í Føroyum og hevur verið uttanlands. Viðkomandi fekk staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum.
Í gjár vórðu 1455 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar, skrivar corona.fo. Í alt eru 177.989 kanningar gjørdar.
Í løtuni eru 24 persónar smittaðir í løtuni. Tilsamans hava nú 530 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald