2024-05-24 16:10

Seinastu dagarnir eru dagstovnar stongdir, tí ruskið ikki hevur verið tikið í næstan tvær vikur.
Og mánadagin stongja tveir dagstovnar afturat. Tað eru Býlingshúsið Vesturi á Flat og Býlingshúsið í Maritugøtu.
Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so leingi rusk rúmast í bingjunum, sigur Tórshavnar kommuna Um støðan broytist á hesum stovnum, verður kunnað um hetta.
Frammanundan eru 23 dagstovnar í høvuðsstaðnum raktir av verkfallinum og stongdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald