Innanlands

Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring í morgun

Ein bilførari varð steðgaður í Havn og ein á Sandoynni

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-08-25 10:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan. Tó hava nógv fólk verið í býnum, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini hjálp fleiri fólkum, sum høvdu fingið ov nógv niðurum.

Løgreglan upplýsir eisini, at tveir bilførarar vórðu steðgaðir stutt áðrenn klokkan fimm í morgun - ein í Havn og ein á Sandoynni, tí illgruni var um, at teir koyrdu ávirkaðir.

Kanningar vístu, at báðir vóru yvirum loyvda markið. Blóðroynd er tikin av teimum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum, sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder