2019-10-20 09:58
Í nátt vórðu tvey fólk tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Á Eiði varð ein tikin fyri at koyra prutl, meðan hann var ávirkaður av rúsdrekka, og ein bilførari í høvuðsstaðnum varð tikin í sambandi við einum ferðsluóhappi.
Bilførarin, sum koyrdi ávirkaður, rendi á ein annan bil, sum stóð parkeraður í miðbýnum í Havn. Bilførarin gjørdi so av at rýma av staðnum heldur enn at steðga og boða løgregluni frá.
Men onnur fólk, sum vistu hvør hann var, sóu hendingina og boðaðu frá. Síðani fekk løgreglan fatur á honum, og tóku tey eisini koyrikortið hjá honum á staðnum. Tá var eisini greitt, at hann var ávirkaður av rúsdrekka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald