Innanlands

Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring um vikuskiftið

Ein bilførari varð tikin í Norðurstreymoy, og ein varð tikin í Sandoynni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-29 09:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta seinasta vikuskiftið hevur sum heild verið friðarligt. Tó tók løgreglan tveir bilførarar fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka.

Ein persónur varð tikin í Norðurstreymoy leygardagin, og hin varð tikin í Sandoynni sunnudagin.

Blóðroynd er tikin av teimum báðum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum, verður sagt av løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder