Innanlands

Tveir tiknir fyri rúsevnakoyring í gjár

Alt bendir á, at í øðrum førinum er talan um sterkan heilivág, men málini verða viðgjørd eins

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-21 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 17-tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um ein bil, sum koyrdi heldur óstøðugt í Havn. Bilurin varð løtu seinni støðgaður í Hoyvík, og maðurin, sum koyrdi bilin, varð tikin fyri at fáa blóðroynd tikna.

Illgruni var um koyring ávirkaður av rúsandi evnum. Men í hesum føri er tað tó meira sannlíkt, at talan er um koyring undir ávirkan av sterkum heilivági, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.

Løgreglan fær ikki endaliga greiði á, hvat evni talan er um, fyrr enn úrslitið blóðroyndunum er komið aftur úr Danmark.

Tá løgreglan handfer slík mál, er ongin munur á, um talan er um rúsandi evni, ella um ávirkandi heilivág, upplýsir vaktleiðarin.

Um 22-tíðina í gjárkvøldið varð ein bilur tikin í Klaksvík, og bilførarin skuldsettur fyri tað sama.

- Men her er tað meira sannlíkt, at talan er um ólóglig rúsandi evni, sigur vakthavandi, sum tó heldur ikki kann siga nakað við vissu fyrr enn úrslitið av blóðroyndini fyriliggur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder