2021-01-20 22:06

Tveir nýggir tilburðir av covid-19 vórðu staðfestir millum tær 449 kanningarnar í gjár, vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum, sum eru kunngjørd í kvøld.
Tann eini tilburðurin er funnin við kanning dagin eftir komu til Føroya. Hin tilburðurin er funnin við kanning á sætta degi. Persónurin kom til Føroya úr útlondu í farnu viku.
Í løtuni eru sostatt sjey persónar smittaðir við covid-19 í Føroyum. 20 fólk eru í sóttarhaldi - tað eru tveir persónar fleiri enn í gjár.
Eingin er innlagdur á sjúkrahúsinum í sambandi við korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald