Innanlands

Tveir tilburðir staðfestir í gjár

Annar tilburðurin var staðfestur við komu til Føroyar, og hin tilburðurin er partur av kendari smittuketu – Talið á smittaðum í løtuni er framvegis fimm

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-22 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin og fríggjadagin vórðu eingir nýggir tilburðir av koronu staðfestir, men í gjár vórðu aftur tveir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Annar tilburðurin var staðfestur við komu til Føroyar, og hin tilburðurin er partur av kendari smittuketu, skrivar corona.fo.

Tveir persónar afturat eru eisini staðfestir frískir, og tí er talið á smittaðum í løtuni framvegis fimm, framgongur av almennu hagtølunum.

709 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. 14 fólk eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder