Ein tann mest umrødda samrøðan seinastu tíðina er tann millum amerikanska journalistin Tucker Carlson og russiska forsetan Vladimir Putin, sum varð send í gjárkvøldið.
Í samrøðuni sum er tveir tímar lang sigur Putin millum annað, at Russland ikki ætlar at leypa á Pólland ella Lettland.
Tucker Carlson er einasti vesturlendski journalisturin sum er sloppin at gera samrøðu við Putin síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri næstan tveimum árum síðani.
- Tað er okkara uppgáva at kunna fólk. Tvey ár inni í einum kríggi, ið hevur broytt allan heimin, eru flestu amerikanarar ikki kunnaðir. Tey hava onga hóming av, hvat hendir í hesum partinum av heiminum, segði Tucker Carlson fyrr í vikuni um hví, hann hevur gjørt samrøðuna.
Samrøðan er tveir tímar lang, og í morgun eru vesturlendskir miðlar atfinningarsamir um manglandi kritiskar spurningar frá fyrrverandi Fox News-vertinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald